Vit kunnu veita alt til bátin

Hjá Bátatænastuni finnur tú alt, tú hevur brúk fyri til bátin. Vit hava ta nýggjastu tøknina, innan elektroniska navigatións útgerð, har vit umboða fleiri av heimsins mest framkomnu og størstu fyritøkum á hesum øki, her kann millum annað nevnast samstarv við Garmin, her brúka vit danskar prísir. Vøru úrvali hjá Garmin kann síggjast her
Umframt at vit hava gott samstarv við Pallby Marine ið veitur eitt ótal av útgerð til bátin, alt frá bjargingarvestum, til pumpur til radio útgerð. Vit bíleggja frá Pallby Marine hvørja viku, Prísirnir eru 10% afturat upplýsta prísinum. Vørulistin hjá teimum kann síggjast her

Vit hava eisini eitt stórt úrval av fiskireiðskapi, sum umfatar tráður, spøl, draktir, knívar og annað. Her eru vit umboð fyri Fladen.