Marine base

Í 2008 flutti Bátatænastan inn í Marine Base, sum er navnið á stóra bygninginum í Álakeri. Her hava vit umstøður at arbeiða uppá bátar á staðnum, og vit bjóða okkum fram at gera umvælingar og viðlíkahald á bátar í øllum støddum.

Høllin

Høllin kann rúma einar 5 til 8 bátar í senn, men hvussu nógvir kunnu verða inni, veldst sjálvandi nógv um stødd á bátinum. Bátar upp til 4,4 metur í breidd, og 5,5 metur í hædd, kunnu koma inn í høllina.