Motorar til stuttleikabátar
Volvo Penta er ein av teimum fyritøkunum, sum hevur størstan týdning, innan frítíðarbáta ídnáðin. Teir menna, framleiða og markanðarføra bæði diesel og bensin motorar, við øllum tí merst framkomna innan framdrift. Her finnast bæði motorar til smáar motorbátar, til seglbátar og eisini til stórar motor yachtir.
Í eitt langt tíðarskeið hevur Volvo Penta verið førandi á hesum marknaði, og teir eru eisini frems innan nýskapan. Volvo Penta er eisini fremst innan umhvørvisvinarligar loysnir, og teir hava eisini eitt umhvørvis merki: Volvo Green Commitment.
Vit kunnu helst veita tað mest umfatandi og tað breiðasta úrvali av motorum, í hesum ídnaðinum.
Niðanfyri standa tær mest seldu seriurnar hjá okkum, men vit kunnu veita motorar til stuttleikabátar, upp til 775 hk. Støkk inn á gólvið hjá okkum, um tit vilja vita meira um teir, ella sí heimasíðuna hjá Volvo Penta.


D1 SERIAN
Hetta eru teir mest kompaktu motorarnir, sum vit selja.
2- og 3-sylindara bátadieselmotorar, sum verða leveraðir við gear ella seglbátadrevi.
- D1-13 hevur 12,2 [email protected]
- D1-20 hevur 18,8 [email protected]
- D1-30 hevur 28,[email protected]

D2 SERIAN
Hesir motorarnir hava 4 sylindarar, og teir kunnu latast við gear ella við seglbátadrevi.
- D2-40 hevur 39,6 [email protected]
- D2-55 hevur 55 [email protected]
- D2-75 hevur 75 [email protected], og hann hevur turbo og millum kølara

D3 SERIAN
Hesir motorar hava 5 sylindarar, teir eru EVC stýrdir og hava tað nýggjastu tøknina á marknaðinum.
Hann er útstýrdur við common rail, turboløðara við variablari geometri og millumkølara.
Teir verða latnir bæði við gear og við drevi.
- D3-110 hevur 110 [email protected]
- D3-130 hevur 130 [email protected]
- D3-160 hevur 163 [email protected]
- D3-190 hevur 190 [email protected]

D4 SERIAN
D4 motorarnir hava 4 sylindarar, teir hava EVC stýring, common rail, turboløðara og millumkølara.
Hesir motorar verða leveraðir við gear, IPS ella drevi. Teir eru sera friðaligir, umhvørvisvinarligir og kompaktir.
- D4-180 hevur 180 [email protected]
- D4-225 hevur 225 [email protected]
- D4-260 hevur 260 [email protected]
- D4-300 hevur 300 [email protected]

D6 SERIAN
D6 motorarnir hava 6 sylindarar, teir hava EVC stýring, common rail, turboløðara og millumkølara, eisini hava teir dupultar yvirliggjandi knastar, og 4 sjálvstillandi ventilar pr. sylindara.
Hesir motorar verða leveraðir við gear, drevi ella við tí nýggju IPS skipanini.
Teir eru sera friðaligir og umhvørvisvinarligir.
- D6-280 hevur 280 [email protected]
- D6-310 hevur 310 [email protected]
- D6-330 hevur 330 [email protected]
- D6-370 hevur 370 [email protected]
- D6-435 hevur 435 [email protected], men hesin fæst tó bert við gear og IPS