D5A TA motorserian umfatar eina røð av motorum við 4 sylindarum, til kravmikið arbeiðsbrúk. Motorarnir hava 4,76 L, og teir fáast úr 121 upp í 160 hk. Motorarnir kunnu fáast bæði við uttanborða køling og við hitavekslara.

D7 motorarnir eru sera álítandi, typu góðkendir, diesel motorarar til bátar og skip. Snúðingstalið á motorinum samsvarar sera væl við orkuna, sum hesir motorarnir eru førir fyri at veita. Teir eru serliga væl egnaðir til arbeiðsbátar, sum útróðra og ælibátar. Motornir hava 6 sylindarar, sum tilsamans eru 7,15 L, sum hava úr 177 til 265 hk.


Niðara myndin er av einum D7A TA ljósmotori.
D9 motorarnir hava 6 sylindarar, sum eru framleiddir við tí nýggjasta sniðinum, innan diesel tøkni. Hátrýst brennievnisskipan, við 4 ventilum pr sylindara, "twin entry" turbo og intercoolara, saman við stórum sylindarum og EVC skipanini, gevur hesin motorurin ógvuliga góð úrslit, við sera lágum útláti.

D12 motorarnir eru serliga gjørdir til tungt arbeiðsbrúk, og tískil er neyðugt at teir hava tí nýggjastu diesel tøknina. Motorarnir fáast úr 294 hk til 675 hk.

D16 motorarnir hava 6 sylindarar, sum eru framleiddir við tí nýggjasta sniðinum, innan diesel tøkni. Hátrýst brennievnisskipan, við 4 ventilum pr sylindara, "twin entry" turbo og intercoolara, saman við stórum sylindarum og EVC skipanini, gevur hesin motorurin ógvuliga góð úrslit, brennievnis nýtslan er lág, útláti er eisini sera lágt. D16 motorarnir fáast frá 501 hk til 751 hk.
